Pole trýr meir uppá VÍF enn KÍF

(SportBoxin) Hoyr hondbóltsprátið André Olsen og Pole J. Hansen høvdu í SportsBoxini fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hondbóltsprátið, sum var í SportBoxina á Rás2 fyrrapartin.

 

André Olsen ringdi til Pola J. Hansen til eitt prát um alt avgerandi dystin í FTZ-deildini millum KÍF og VÍF, sum verður í Kollafirði í annaðkvøld klokkan 18. Prátið snúði seg eisini um gongdina hjá øðrum hondbóltsliðum, og hvørjar framtíðarvánir tey hava.

 

Pole J. Hansen hevur størri tiltrúgv til VÍF enn til KÍF. Hann heldur, at formkurvin hjá VÍF fer meir uppeftir enn tann hjá KÍF.