Pole stingur í sekkin

Hondbóltur: Strandingurin, sum hevur spælt við Tjaldur, hevur ikki longur stundir til hondbólt, og tá er betur at gevast, sigur Pole

Pole Hansen var ikki á vøllinum, tá Neistin tók móti liðið hansara á Hálsi mikukvøldið.

Orsøkin til, at Pole ikki var við er, at hann hevur avgjørt at steðga við hondbóltinum.

Í leiksskránni frá dystinum mikukvøldið verður hann endurgivin fyri at siga, at hann stutt sagt ikki hevur tíð at spæla longur.

? Arbeiðið og familja kemur nú framum, sigur Pole í leikskránni.

Tað er eingin ivi um, at hetta er ein dyggur smeitur fyri Tjaldursmenn, tí Pole hevur verið teimum ein hollur stuðul tíðina úti í Runaví, og hann hevur sett mangari verju grá hár í høvdið, fyri at brúka orðini, sum brúkt vera í leikskránni.

Nú Pole gevst hevur hann tað at siga Tjaldursmonnum, at tað eru fáir ungir spælarar, sum kunnu taka ábyrgd av liðnum, og at venjingarstøðan hjá hinum leikarunum er ikki nóg góð til at kunna hótta oddaliðini.

Sum góður strandingur metir Pole StÍF vera besta boð upp á FM-vinnaran.