##med2##
Pole Hansen, hondbóltsviðmerkjari var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.
Evnini vóru:
1) HM-undanundankappingin í Luksemborg.
2) EM-endaspælið í manshondbólti
3) Faxe-Kondi kappingin hjá kvinnum og monnum
Pole Hansen sigur, at hann er greiður yvir fíggjarligu fyritreytirnar, men hann heldur ikki, at føroyska liðið var nóg væl fyrireikað ítróttarliga til dystirnar móti Litava, Slovakia og Luksemborg. Serliga sást tað í 25-36 tapinum móti Litava í tí fyrsta dystinum, ið var fyrsti kappingarføri dystur hjá manslandsliðnum í meira enn eitt hálvt ár.
Pole var biðin um at koma við einum boði uppá komandi steypavinnara hjá kvinnum og monnum. Pole væntar H71 vinnur hjá kvinnum og hann væntar, at Neistin vinnur hjá monnum.