Pole bæði óður og glaður

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Venjarin hjá StÍF fegnast um hálvfinaluplássið, men vildi vinna bólkin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Pola Hansen, venjara hjá StÍF aftaná 30-27 sigurin hjá StÍF á Kyndli í dysti í bólkaspælinum í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini, sum var í ítróttarhøllini á Skála. Í steðginum var StÍF á odda 15-12.

 

StÍF fer víðari til hálvfinalurnar saman við H71 í bólki 1, men Pole var óður ímóti dystarenda, tí við bara einum máli aftrat hevði StÍF vunnið bólkin. Ein prestisja, sum Pole vektar høgt. StÍF venjarin er kortini sera væl nøgdur við, at hansara menn eru komnir í hálvfinalurnar, og hann heldur, at tað er líkamikið um teir møta Neistanum ella KÍF, tí hann heldur, at StÍF megnar at vinna á báðum.