Løgtingsval
Sørvági:
Nú er tíð upp á at loysa ríkisrættarliga spurningin, so vit kunnu koma víðari við politiska arbeiðinum, sigur javnaðarvalevnið í Sørvági, sum heldur, at vit bara tvaða í spurninginum um fullveldi ella samband.
?Tað loysir ongan trupulleika at velja Sambands- ella Tjóðveldisflokkin, sigur Rasmus Niclasen, tí teir báðir flokkarnir skapa bara størri polariseringar. Teir liggja og føra skotgravakríggj hvør móti øðrum og halda hvønn annan í skáki, meðan alt Føroya fólk stendur og bíðar eftir, at annar politikkur verður rikin.
Tann politikkin hevur Javnaðarflokkurin eitt rættiliga gott boð uppá, vísir Rasmus Niclasen á. Javnaðarflokkurin hevur upskot um sjálvstýrislóg, sum gevur okkum allan tann avgerðarrætt, vit vilja hava, tá vit vilja hava hann.
Tosað verður nógv um búskaparligt eins og politiskt frælsi. Tað er eingin ivi um, heldur Rasmus Niclasen, at øll vilja hava frælsi. Men ymiskar eru meiningarnar um, hvussu vit best fáa búskaparligt frælsi, sigur hann.
Hann vísir á, at serliga ríkisveitingarnar spjaða í hesum kjakinum. Hann heldur, at vit eiga at frysta ríkisveitingarnar niður, so niðurskurðurin samsvarar búskaparvøkstri og inflatión.
Ábyrgd
Rasmus Niclasen sigur, at hann skilir ikki grundgevingarnar hjá Tjóveldisflokkinum, tá hesin tosar um ábyrgd og ábyrgdarfullan politikk.
Eru tað aðrir flokkar, sum tosa um at gera nakað, verða teir skírdir ábyrgdarleysir og at vilja tøma landskassan, meðan øll tey villu projektini, Tjóðveldisflokkurin kemur við, verða søgd at vera ábyrgdarfull.
Javnaðarflokkurin hevur lagt fram eina vældokumenteraða valskrá, har ítøkiliga mál um betran á almannaøkinum eru sett á. Tey fara at kosta 340 milliónir krónur netto í fýra ár. Tað skíra tjóðveldisfólk ábyrgdarleyst, samstundis, sum tey sjálv vilja skerja við 400 milliónum komandi valskeið.
Verða tey so hildin upp fyri hesum, er standardsvarið, sum tey ivaleyst hava fingið innlært, at tey trúgva upp á føroyska verkamannin og framleiðslu.
?Sum um tey hava einarætt upp á tað, sigur Rasmus Niclasen og vísir á, at tað ger Javnaðarflokkurin eisini, samstundis sum hann eisini hevur virðing fyri teimum.
Samgonguflokkarnir gjara við, at teir hava loyst ymisk mál í valskeiðnum, og so nevna teir eitt nú nýggjan Smyril, undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði og miðnámsskúla í Suðuroy.
?Tað er alt gott og væl. Men hasar íløgurnar kosta eina hálva milliard ella so, og teir hava onga fígging sett av til alt hatta. Tað skal eitt komandi landsstýri stríðast fyri at fíggja. Umframt er blokkurin skorin við einari millión um dagin komandi ár, sum ikki ger tað lættari at fíggja valagnið hjá hesi samgonguni, vísir Rasmus Niclasen á.
Trivnaður í Vágum
Tað verður nógv tosað um, hvønn týdning undirsjóvartunnilin fer at hava fyri Vágar, tá hann verður tikin í nýtslu.
Rasmus Niclasen vísir á, at verður ikki farið skilagott til verka, kann hann eisini fáa negativar fylgjur fyri oynna. Tí tað verður eisini koyrandi úr Vágum til ymsik tiltøk, sum hildin verða aðrastaðani.
Tað eiga at verða skaptir møguleikar hjá fólki at búleikast í oynni eisini uttan fyri arbeiðstíð.
Tað verður ofta hugsað um, at vinnulívið skal hava so góðar møguleikar sum gjørligt, og rætt er tað. Men Rasmus Niclasen heldur, at ofta verður í ov stóran mun fokusserað upp á arbeiðspláss heldur enn trivnaðin hjá fólki.
Tað er ein sannroynd, at nógv fólk, sum er, ferðast av oynni til arbeiðis. Og hjá teimum merkir tað als einki, um tey eisini í framtíðini hava ein tíma til arbeiðis, um bara møguleikarnir eru til at brúka frítíðina heima.
Hann heldur, at tað hevði verið ein skilagóð íløga at sett økisráðgevar, sum kunnu skapa møguleikar og seta í gongd tiltøk, sum kunnu koma bæði børnum, ungum og tilkomnum til góðar í skúla- og frítíðini.
Somuleiðis eiga kommunurnar at arbeiða fyri so góðum bústaðarmøguleikum sum gjørligt, so fólk setast niður á bygdunum. Tað fer eisini at hjálpa upp á trýstið, sum verður á eitt nú Havnina, vísir hann á.
Tey ungu fara enn sum áður at flyta av oynni, og eisini av landinum, til útbúgvingar. Men endmálið hjá myndugleikunum má vera, at tey minnast aftur á, hvussu gott tað var at vera í Vágum, soleiðis at tey fáa hug at koma aftur við eini loknari útbúgving, sigur Rasmus Niclasen, valevni Javnaðarfloksins í Vágum.