Polarhav sleipaður til lands

Seinnapartin í dag boðaði Polarhav frá at teir høvdu trupuleikar við stýringini og vóru á veg móti landi.

Brimil kom til Polarhav suður úr Mykinesi nakað seinni, sigur Fiskiveiðieftirlitið.

Sett bleiv fast á Polarhav, og farið var at sleipa móti Sørvági har skipini kumu klokkan 20.

Polarhav var júst farin nýggjan túr, teir vóru júst komnir á fiskileið tá teir fingu trupuleikar.

Skiparin á Polarhavi, vantaði at trupuleikin bleiv skjótt loystur, so teir kundu fara út aftur sum skjótast.

Polarhav samtrolar við Stjørnuni, í løtuni fiska teir gulllaks.