Myndin av Polarhav og Stjørnuni á bedingini hjá Mest í Havn er tikin sunnumorgunin. Ætlandi verða skipini klár at fara til fiskiskap aftur beint eftir ársskiftið.

Polarhav og Stjørnan til eftirlit hjá Mest

- Hetta er vanligt viðlíkahald, og væntandi loysa skipini aftur hin 2. januar, sigur Jógvan Mørkøre, tekniskur leiðari hjá JFK Troli.

Myndin av Polarhav og Stjørnuni á bedingini hjá Mest í Havn er tikin sunnumorgunin. Ætlandi verða skipini klár at fara til fiskiskap aftur beint eftir ársskiftið.

Tað er ikki óvanligt, at skip, sum eru til fiskiskap alt árið, fara á beding, tá jólini nærkast.

 

Í løtuni standa partrolararnir, Polarhav og Stjørnan, á bedingini hjá Mest í Havn, har ymiskt verður gjørt, og skipini eisini verða málað.

 

Jógvan Mørkøre, tekniskur leiðari hjá JFK Troli, sigur, at talan er um vanligt viðlíkahald og klassakrøv, har eitt nú motorar og skrokkur skulu eftirhyggjast.

 

- Vit royna at halda skipini viðlíka, og ætlanin er, at tey skulu verða klár at fara til fiskiskap aftur hin 2. januar 2022, sigur tekniski leiðarin.

 

Polarhav og Stjørnan fiska upsa, men í gulllaksavertíðini, sum er frá apríl til endan av juli, fiska skipini gulllaks. 

 

Upsaveiðan hevur ikki roynst í longri tíð og hóast nøkur nøkur øki, sum leingi hava verið stongd fyri trolveiði, nú eru latin upp aftur, er lítil og eingin bati í upsaveiðini.

 

Samstundis, sum nøkur øki eru latin upp aftur fyrr í heyst, verður nú kravt, at rist verður brúkt í øllum trolfiskiskapi eftir upsa undir Føroyum.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin av Polarhav og Stjørnuni á bedingini hjá Mest í Havn er tikin sunnumorgunin. Ætlandi verða skipini klár at fara til fiskiskap aftur beint eftir ársskiftið.