SØLA
Norðoya Íløgufelag hevur keypt trolararnar, Polarhav og Stjørnuna og 25% av partapeninginum í Tavuni.
Tað váttaði Leif Abrahamsen, nevndarformaður í Norðoya Íløgufelag, fyri Vágaportalinum leygarkvøldið.
- Polarhav og Stjørnan fiska gulllaks ein part av árinum, sum verður avreiddur til Tavuna, og tað koma teir framhaldandi at gera, sigur hann.
Lagt verður aftrat, at hin partin av árinum, tá skipini eru á upsaveiði, er ætlanin, at tey skulu leggja veiðina upp til Kósina.
Sambært nevndarformanninum í Norðoya Íløgufelag skal JFK Trol við Hanusi Hansen reiða skipini út, og manningin verður hin sama, sum hon er í dag.
Sosialurin royndi í morgun at fáa viðmerkingar til søluna av skipunum frá Tummasi Justinussen og Osmundi Justinussen, men teir sótu báðir á fundi, og Osmund væntaði, at teir fóru at verða upptiknir í allan dag.
Óalmennur prísur
Leif Abrahamsen sigur við Vágaportalin, at Polarhav og Stjørnan eru yvirtikin fyri tað, sum tey standa í.
Leif Abrahamsen vil heldur ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat Norðoya Íløgufelag hevur keypt tey 25% av Tavuni fyri.
Tað einasta, hann sigur, er, at íløgan tilsamans liggur millum 50 og 100 miljónir krónur.
Sosialurin skal ikki gera seg klókan upp á søluprísin fyri skipini og tey 25% av Tavuni, men tá sagt verður, at skipini eru seld fyri “restskuld”, ljóðar hetta ikki serliga sannførandi.
Vit fara at práta við Osmund Justinussen um, hvat liggur aftanfyri søluna av skipunum til blaðið mikudagin.
Norðoya Íløgufelag er íløgufelag, sum Føroyagrunnurin frá 1971 eigur og rekur. Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls at eiga partapening í JFK og øðrum fyritøkum.
Polarhav og Stjøran eru smíðað í 2004, og Tavan hevur virkað gulllaks síðan 1994.