Polarhav og Stjørnan fingið væl av fiski

? Vit fara helst at síggja munandi betri fiskaprísir nú í byrjanini av árinum enn í jólavikuni, heldur Jason Johannesen.

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen



Tá ið vit frættu av Fiskavirking í Saltangará mikumorgunin, skiltist, at leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum fóru útaftur 3. jóladag, hava fingið væl av fiski seinastu dagarnar.

Hetta visti Jason Johannesen at siga. Hann visti tó ikki, hvussu nógv teir hava fingið.

? Vit plaga at keypa fiskin hjá hesum báðum trolarunum, men vit vænta, atnógvir verða um boði at keypa hesaferð, tí eingin fiskur er á marknaðinum.Nær skipini koma innaftur at landa, visti stjórin á Fiskavirking í Saltangará ikki at siga.


Góðar sølur uttanlands

Jason Johannesen væntar, at fiskaprísirnir nú beint eftir nýggjár verða munandi betri enn prísirnir í jólavikuni, tá ið so nógvur fiskur var á marknaðinum.

- So, tað er torført at siga, hvar fiskurin hjá Polarhavi og Stjørnuni endarhesaferð, sigur hann.Stjórin vísir á, at nøkur skip vanliga plagdu at fara útaftur 2. ella 3. jóladag ogso landa fyrstu lastina uttanlands, um fiskiskapurin eydnaðist væl.

- Eingin fiskur er á útlendska marknaðinum beint eftir ársskiftið, og tá plagduhesi skipini oftast at fáa hava eina góða sølu, sigur Jason.


Bert okkurtsmávegis

Mikudagin var skrivstovufólkið, maskinmenninir og formenninir til arbeiðis á Fiskavirking í Saltangará, men tað var ikki tað stóra, tey tókust við, skilst.

- Bøtt verður um okkurt smávegis, meðan einki fiskaarbeiði er, men hetta er bert vanligt smávegis viðlíkahald.

Jason sigur annars, at arbeiðsfólkið á virkinum hevur havt frí síðan hósdagin fyri jól, og vanliga fer ein vika av nýggja árinum, áðrenn verulig gongd kemur á aftur.

- Men keypa vit fiskin hjá Polarhavi og Stjørnuni, verður helst farið tilarbeiðis aftur ein av fyrstu døgunum, sigur hann.




Myndatekstur:

? Tað er torført at siga, hvar fiskurin hjá Polarhavi og Stjørnuni endarhesaferð, tí helst vilja nógvir hava fatur á honum, sigur Jason Johannesen