2023 hevur verið eitt avbjóðandi ár fyri grønlendsku fiskivinnuna við prísfalli á serliga toski og pilkaðum kókaðum rækjum.
- Hesar umstøður hava havt negativa ávirkan á ársúrslitið hjá Polar Seafood fyri 2023. Úrslitið er nevniliga 85 milliónir krónur lakari enn árið fyri.
Sermitsiaq veit at siga, at ársúrslitið hjá Polar Seafood í fjør kortini er nógv betri enn úrslitið, sum almenna felagið - Royal Greenland - kann vísa á í sama ári.
Meðan Royal Greenland í fjør hevði eitt hall á 211 milliónir krónur, hevði Polar Seafood hóast avbjóðandi umstøður eitt avlop á 77 milliónir krónur.
Meira um úrslitið hjá Polar Seafood í farna ári kann lesast á www.sermitsiaq.ag
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/royal-greenland-hevdi-dundrandi-hall