Grønlendska reiðaríið, Polar Seafood, sum hevur fleiri føroyskar yvirmenn í starvi, hevur koyrt 10 mans í land av sínum trolarum, tí teir hava roykt hassj.
Í 2017 funnu íslendskir myndugleikar 22 kilo av hassj umborð á Polar Nanoq, tá ið rannsókn var gjørd umborð á tolaranum í sambandi við Birnu-málið. Eftir tað kunngjørdi Polar Seafood, at reiðaríið fór frameftir als ikki at góðtaka, at manningin hevði samband við hassj.
Polar Seafood setti í verk kanningar av manningini, og nú váttar reiðarríð fyri Sermitsiaq, at tað hevur koyrt 10 mans í land, tí slóðir av cannabis vórðu funnar í blóðinum hjá teimum. Allir 10 menninir vóru sekkjaðir fyrstu mánaðirnar eftir, at kanningarnar byrjaðu, og síðani í fjørsummar er eingin tikin í kanningunum.
– Átakið riggaði, og nú hava fólk skilt, at hetta er álvari. Vit kanna í sambandi við teir flestu túrarnar, og øll verða kannað – eisini skiparin, sigur Mika Heilman, sum er manningarleiðari hjá Polar Seafood, við Sermitsiaq.
Royal Greenland hevur nú eisini boðað frá, at tey fara at kanna teirra manningar fyri hassjnýtslu, men heldur enn at sekkja fólk, fer reiðaríið í fyrsta umfari at bjóða viðgerð og ráðgeving til tey, sum verða tikin.