Tann heimskendi filmsleikstjórin Roman Polanski hevur stevnt amerikanska blaðnum Varity Fair, sum vil vera við, at leikstjórin royndi at fáa samband við eina aðra kvinnu sama dag, sum myrda kona hansara, Sharon Tate, fór til gravar. Sharon Tate og fýra onnur vórðu myrd í Los Angeles í 1969.
Tvey fólk, sum vóru saman við Roman Polanski tann dagin, konan skuldi til gravar, hava greitt Varity Fair frá, at leikstjórin hevði hug at fjasa við eina kvinnu, sum eitur Beatte Telle. Eitt nú vilja tey vera við, at hann var í so næskur, og at hann beyð sær til at gera hana til filmsstjørnu. Hetta hevur fingið øði í tann 71 ára gamla Polanski, og nú hevur hann stevnt Varity Fair fyri ærumeiðing.
Roman Polanski, sum er ættaður úr Pólandi, er kendur fyri filmar sum "The Pianist", "Chinatown" og "Rosemary's Baby". Tey seinastu nógvu árini hevur hann búð í Fraklandi.









