Í kvøld klokkan 19.45 møtast Póland og Føroyar á fyrsta sinni í einum undankappingardysti.
Póland og Føroyar hava í søguni spælt tríggjar dystir. Í øllum trimum førunum hevur verið talan um venjingardystir.
10. februar í 2002 vann Póland 2-1 á Føroyum í einum venjingardysti á Tsirion leikvøllinum í Limassol á Kýpros. Talan er um einastu ferð vit hava skotið mál móti Pólandi í A-landsliðshøpi.
Rógvi Jacobsen skoraði málið hjá Føroyum. Maciej Zurawski skoraði bæði málini fyri Póland.
HER sæst ein samandráttur frá dystinum Póland-Føroyar 2-1 (2-1) í 2002:
##med2##
Kelda: FaroeSoccer
##med3##