Tað er stórur spenningur um hvør vinnur seg til EM-endaspælið úr undankappingarbólkinum hjá Føroyum, bólki E.
Moldova megnaði enn einaferð at skelka Póland. Hesaferð á útivølli í Varsjava.
Tá 26 minuttir vóru farnir legði Ion Nicolaescu Moldova á odda 1-0.
Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Karol Swiderski til 1-1, men nærri kom Póland ikki sigrinum, hóast teir høvdu nógvar royndir á málið hjá Moldova.
1-0 sigurin hjá Kekkia og javnleikurin í Varsjava gevur hesa støðuna í bólki E.
1. Albania 6 dystir 13 stig
2. Kekkia 6 dystir 11 stig
3. Póland 7 dystir 10 stig
4. Moldova 6 dystir 9 stig
5. Føroyar 7 dystir 1 stig
17. november tekur Moldova móti Albania á heimavølli. Sama dag møtast Póland og Kekkia í Varsjava. Tað kvøldið spæla Føroyar venjingardyst móti Noregi í Oslo.
20. november tekur Kekkia móti Moldova á heimavølli. Sama kvøld tekur Albania móti Føroyum í Tirana.












