Pól Thorsteinsson ynskir sær Týskland

Fótbóltur: ? Eg havi í fleiri ár havt serliga tokka til Týskland, og tí hevði tað verðið stuttligt at sloppið at roynt seg móti teimum

Pól Thorsteinsson hevur eftir stuttari tíð spælt seg til fast pláss á landsliðnum, og hansara stóra ynski til lutakastið sunnudagin, er stóra fótbóltstjóðin Týskland.

? Eg havi í fleiri ár havt ein serligan tokka til Týskland, og tað hevði tí verið ómetaliga spennandi at sloppið at spælt ímóti teimum.

? Men tað hevur eisini týdning, at vit fáa okkurt lið í okkara bólk, sum vit kunnu vinna á, og harvið koma longur fram á FIFA-styrkislistanum.