Føroyameistarakappingin í bridge fyri pør var spæld leygardagin í Bridgehúsinum í Havn.
18 pør vóru teknað til kappingina, har spæld vóru 68 spøl frá kl. 10 um morgunin til kl. 8 um kvøldið.
Kappingin gjørdist óvanliga spennandi. Pól Egholm og Allan Dal-Christiansen høvdu ligið á odda alla kappingina, men áðrenn seinastu tvey umførini vunnu Bogi Simonsen og Árant Berjastein seg heilt fram á Pól og Allan.
Men tá avtornaði vunnu Pól Egholm og Allan Dal-Christiansen við 128 stigum framman fyri Boga Simonsen og Árant Berjastein við 124 stigum. Nr. 3 gjørdust brøðurnir Robert og Jaspur Langgaard og nr. 4 Johannes Skaarup og Jóna Grunnveit.
FM fyri par var seinasta kapping í hesum bridgeárinum, men 22. til 24. mai verður NM í bridge spælt í Havn, har eisini føroysku landsliðini verða við.