Pól á Kletti leggur fram bók á Toftum

Í annaðkvøld fer Pól á Kletti at leggja fram handrit til bók á fiskavirkinum Vaðhorn á Toftum.

 

 

Nú er bókin Føroya Siglingarsøga 1895-1995 hjá Poul J. Nolsøe, sála, ið serliga viðger skipasøguna í Nes sókn og her um leiðir, greið til prentingar. 

 

- Bókin verður sýnd fram fyri áhugaðum hóskvøldið 10. juli klokkan 20 í matarhøllin hjá Vaðhorn á Toftum.

 

Tað veit Nes kommuna at siga.

 

Lagt verður aftrat, at tað verður Pól á Kletti, rithøvundur, sum hevur greitt bókina til prentingar, ið fer at greiða frá arbeiðnum við bókini.

 

- Poul J. Nolsøe andaðist í 1996 og legði hann eftir seg eitt handrit, sum Pól á Kletti nú hevur sett saman, sigur kommunan.