SKAT í Danmark – tað sum svarar til føroyska TAKS – hevur seinastu tíðina hugt eftir donskum pokerspælarum, og hevur nú peikað út 30 kortspælarar, sum nú skulu rinda tilsamans 20 milliónir krónur í skat. Hesir hava ikki upplýst í sjálvsuppgerð síni, at teir hava vunnið pening í poker, og tað kostar teimum dýrt nú, skrivar ekstrabladet.dk.