Ein umfatandi donsk kanning, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin vísir, at ungdómar, sum gambla, ella spæla um pengar, trívast nógv verri enn onnur ung.
Greiða niðurstøðan í kanningini er, at ungu gamblararnir eru meiri einsligir og eru oftari tunglyntir. Tey ungu hava lægri sjálvsálit og vánaligari bindindi í skúlanum, har tey eisini fáa nógv minni frá hondini enn vinfólkini.
Í kanningini verður eisini staðfest, at ungu spælifuglarnir verða oftari happaðir, ella at teir sjálvir happa onnur. Harumframt brúka teir nógv fleiri stimbrandi evni, so sum rúsdrekka og rúsevni, hash og siggarettir, umframt at teir oftari eru kriminellir.
Danska Center for Ungdomsforskning hevur gjørt kanningina um ung og gambling, og vit ivast ikki í, at úrslitið eisini kann flytast yvir á føroyskan ungdóm. Sum øllum kunnugt, er tað eisini sera vanligt millum ung í Føroyum at spæla um pengar, bæði á netinum og heima hjá hvørjum øðrum.
Foreldrini vita onki
Herfyri vísti ein onnur kanning, sum danska granskingarstovninum SFI, ella Socialforskningsinstituttet, gjørdi, at omanfyri 30.000 donsk ung í aldursbólkinum 12-17 ár spæla so ofta um pengar, at tey hava ein óhepnan spæliatburð og eru í álvarsligum vanda fyri at fáa ludomani.
Í nýggju kanningini, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin, er tað sami bólkur av ungum sum verður kannaður, men hesaferð við tí fyri eygað, at kanna óhepnu avleiðingarnar av gambling við atliti til sosialu viðurskiftini.
Í kanningin siga tey ungu seg mistrívast á fleiri økjum. Eitt nú er helmingurin av teimum 16-17 ára gomlu í døprum huga ella kenna seg tunglynt. Eisini er tað hugstoytt at síggja, at helmingurin av teimum 30.000 ungu í kanningini, siga seg ikki kunna tosa við foreldrini um trupulleikan.
Lívið á bíðistøðu
Hesa myndina kennir Benedicte Ejlers, sosiologur og deildarleiðari fyri Center for Ludomani í Keypmannahavn aftur. Hvønn dag møtir hon ungdómum, hvørs tilvera er tikin av ræði av gambling.
- Lívið hjá teimum ungu kemur í eina álvarsliga bíðistøðu, har tey missa sambandi við vinfólk og frítíðarítrív. Hetta er sera vandamikið, tí tað er júst í ungdómsárunum, at tey skulu menna seg persónliga og skapa ein samleika. Vit møta fleiri, sum í roynd og veru hava verið burturfrá í fleiri ár, og sum nú mangla hesi árini í menningini. Hetta kann hava álvarsligar samfelagsligar avleiðingar við sær eisini, tí sambært kanningini, er talið av ungum, sum dragast við hesar trupulleikarnar ovurhonds stórt. Tí er tørvurin á fyribyrging eisini risastórur, sigur Benedicte Ejlers, sosiologur, millum annað í viðmerking til kanningina.
Vandamikil poker- og onlinespøl
Kanningin frá Center for Ungdomsforskning vísir, at poker kann vera sera vandamikið, tí meiri enn helmingurin av teimum ungu, sum javnan spæla poker menna ein óhepnan spæliatburð. Fjórði hvør 16-17 ára gamal danskur drongur hevur roynt at spæla um pengar í poker.
Sambært kanningini økja onlinespøl eisini um vandan fyri at blíva bundin av pengaspæli. Tá tey ungu einaferð hava roynt at gambla á netinum, øktist vandin fyri at enda við einum óhepnum spæliatburði tríggjar ferðir. Av teimum ungu undir 18 ár, sum hava gambla online seinasta mánaðin, hava heili 59 prosent longu útvikla eina óhepnan spæli-atburð vísir kanningin.
Granskingarleiðari, Jens Christian Nielsen, frá Center for Ungdomsforskning sigur soleiðis:
- Online-spølini eru serliga vandamikil, tí tey ganga skjótt fyri seg og ein kann hava fleiri spøl koyrandi í senn. Eisini finnur tú skjótt útav, um tú hevur vunnið ella tapt. Tá verða tey ungu sitandi framman fyri skíggjan fyri at seta fleiri spælipengar í, so tey kunnu vinna tað mista inn aftur.
Ágangandi marknaðarføring
Seinastu árini hevur Center for Ludomani fingið alt fleiri áheitanir frá fólki, sum eru vorðin bundin av onlinespølum. Har ivast tey ikki í, at orsøkin er, at atgongdin er so nógv lættari og marknaðarføringin sera ágangandi.
- Tað er óhugnaligt at síggja, hvussu væl marknaðarføringin riggar, sigur Benedicte Ejlers.
Gjaldskort, netbanki og hevikort økja um vandan
Kanningin vísir eisini, at lætta og skjóta atgongdin til pengar er við til at økja um vandan hjá teimum ungu. Tey ungu 12-17 ára gomlu, sum longu hava ein óhepnan spæliatburð, hava í nógv størri mun enn onnur ung atgongd til hevikort, netbanka og gjaldskort. Tí hava tey eisini nógv lættari atgongd til pengarspøl, vísir kanningin.
Herferð skal upplýsa
Stóra talið av ungum gamblarum og álvarligu avleiðingarnar av hesum eru eisini orsøkin til, at donsku stovnarnir Center for Ludomani, Børns Vilkår, Semandus og DR nú fara undir eina stóra herferð, sum hevur fingið heitið GAMBLER. Endamálið við herferðini er at broyta óhepna spæli-hugburðinum hjá teimum ungu.
- Nú fara vit av øllum alvi at kunna um vandan, og at geva teimum ungu nøkur amboð, so tey kunnu venda gongdini og menna ein betri spæliatburð, forklárar Benedicte Ejlers.










