Pogba svaraði atfinningunum aftur

Dýrasta keypið hjá Manchester United nakrantíð var stóra hetjan í Manchester grannauppgerðini í dag

Paul Pogba var á sumri í 2016 heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá Manchester United keypti franska landsliðsleikaran úr Juventus. Men í Manchester United hevur Paul Pogba havt tað heldur torført við at liva upp til allar væntanirnar, har atfinningarnar javnan hava verið stórar.

 

Á tíðindafundinum í gjár undan grannauppgerðini millum Manchester City og Manchester United, greiddi Pep Guardiola, Manchester City venjari frá, at hann í januar fekk bjóða Paul Pogba frá umboðsmanninum Mino Raiola, tí at Paul Pogba treivst illa í Manchester United.

 

Men tað sást lítið til í seinna hálvleiki í dag. Paul Pogba var nevniligi stóri leikarin í grannauppgerðini, sum Manchester United vann 2-3. Paul Pogba skoraði tvey av málunum í dystinum, meðan Chris Smalling skoraði tað seinasta fyri Manchester United.

 

Í fyrra hálvleiki var annars líkt til, at Manchester City skuldi vinna dystin sannførandi. Fyrst legði Vincent Kompany Manchester City á odda 1-0, og lítla løtu seinni økti Ilkay Gundogan til 2-0. Tá vóru tað fá, ið trúðu uppá at Manchester United kundi venda dystinum.

 

Men við einum frálíkum seinna hálvleiki, eydnaðist tað José Mourinho og hansara monnum at taka øll trý stigini, sum eisini hevði við sær, at Manchester City ikki vann meistaraheitið í Premier League í dag. Tó tykist ógvuliga sikkurt, at Manchester City fer at vinna meistaraheitið innan stutta tíð.

 

Manchester City – Manchester United 2-3 (2-0)