Florentin Pogba, eldri bróðurin hjá tí betur kenda Paul Pogba hjá Manchester United, var við í einari heldur merkisverdari hending, tá ið hann mátti lata seg útskifta í einum dysti, sum hann og liðfelagarnir í turkiska Genclerbirligi spældu ímóti Antalyaspor.
Genclerbirligi var aftanfyri 1-0 í gjár og hevði brúkt allar útskiftingarnar, tá ið Florentin Pogba fekk ein snudd og – hóast hann eina løtu royndi at halda fram við at spæla – mátti fara av vøllinum. Hetta hóvaði ikki liðfeløgunum.
Nakrir liðfelagar vildu hava hann at kýta seg meira. Hesar viðmerkingar fullu ikki í góðar jørð hjá Florentin Poga, sum valdi at fara av vøllinum. Hetta dámdu liðfeløgunum einki, og tað bleiv áfast ímillum Pogba og aðrar.
Sambært turkiska blaðnum Fanatik, so helt ósemjan fram í skiftirúminum eftir dystin, har boð máttu sendast eftir trygdarvørðum fyri at sissa partarnar.
Dysturin endaði 1-0 til Antalyaspor, og tað merkir, at Florentin Pogba og teir í Genclerbirligi nú eru ógvuliga tætt við at flyta niður úr bestu turkisku deildini. Teir eru fimm stig frá bjargingini, og einans tveir dystir eru eftir at spæla.
Sjónband av støðuni sæst omanfyri.