Lukas Podolski hevur havt eitt gott kappingarár í turkiska Galatasaray við 14 málum í 21 dystum, men hóast tað, so sleppur hann ikki at halda fram í felagnum.
Galatasaray upplýsir nevniliga, at teir hava selt fyrrverandi týska landsliðsleikaran til japanskan fótbólt, har hann skal umboða Vissel Kobe.
Tað verður eisini upplýst, at Vissel Kobe hevur goldið 20 milliónir krónur fyri Podolski, sum tó heldur fram í Galatasaray fram til í summar.
31 ára gamli Lukas Podolski skifti frá Arsenal til Galatasaray á sumri 2015. Í turkiska felagnum er tað blivið til tilsamans 31 mál í 64 dystum.