Tað líktist eini kloning av ørskapstacklingini hjá týska Schumacher móti franska Battston í HM-kappingini í ’82. Ta ferðina breyt Battiston nakkan, men tíbetur gekk ikki heilt so galið hjá Lukas Podolski mikukvøldið. Talan var at kalla um karate-spark, sum hann fekk frá belgiska málverjanum, Stijn Stijnens, tá hesin kom rennandi út úr brotsteiginum í vinardystinum landanna millum, og fótbóltsáskoðarar kring heimin standa púra spyrjandi, tí einki kort varð givið fyri tilburðin. Tíbetur slapp Podolski tó við einum brotnum rivjabeini eftir tacklingina, sum alt fyri eitt fann sær veg til Youtube.










