Pochettino verður venjari í PSG

Fyrrverandi Tottenham-venjarin skal standa á odda fyri franska stórfelagnum.

Fyrrverandi Tottenham-venjarin, Mauricio Pochettino, verður helst kunngjørdur sum nýggjur venjari í franska stórfelagnum, PSG, ein av fyrstu døgunum. Hetta sigur kendi italski heimildarmaðurin, Fabrizio Romano, seg vita frá álítandi keldum.

Avtalan skal longu vera undirskrivað.

Fabrizio Romano sigur, at PSG-leiðslan og PSG-venjarin, Thomas Tuchel, eru vorðin samd um eina fráfaringaravtalu, sum tryggjar Thomas Tuchel 45 milliónir krónur. Hann hevði annars hálvtannað ár eftir av sáttmálanum.

Nýggjur venjari í PSG verður ikki óvæntað argentinski Mauricio Pochettino, sum ikki hevur verið venjari nakrastaðni síðani hann fekk sekkin í Tottenham í november í fjør.

Mauricio Pochettino er 48 ára gamal, og hann er ikki ókendur í PSG, sum hann spældi 70 dystir fyri tíðarskeiðið 2001 til 2003.