Tað eru teir báðir Bjarni Poulsen og sonurin Róði, sum eiga og reka fyritøkuna PM Føroyar.
PM Føroyar umboða Peugeot skutarar og umvæla øll onnur merkir. Eisini gera teir allar vanligar umvælingar av súkklum og knallertum. Umframt tað hava teir hjálmar, handskar og alla vanliga útgerð og eykalutir. Bjarni og Rói hava eisini fyritøkuna HEBO.
Handilin er í Jansstovugøtu, tætt við SMS, millum R.C. Effersøesgøtu og Tinghúsvegin. Fyrr hava Volvo Penta og Vevstovan hildið til í somu hølum.
Bjarni hevur annars í fleiri ár arbeitt sum húsasmiður. Eina tíð rak hann súkkluhandilin hjá André Andrésen í Varðagøtu. Eisini hevði hann Skómakarin við Hoydalsvegin. Rói gongur í løtuni á Føroya Handilsskúla og er í handlinum eftir skúlatíð.
Handlinum er opin gerandisdagar frá 10-17.30, leygardag er stongt.










