Pleygarar 12% í lønarhækking

Føroya Psykiatrifelag og Fíggjarmálatýrið hava gjørt nýggja sáttmála, sum gevur limum felagsins 12% í miðal í lønarhækking í sáttmálaskeiðnum

 

Sáttmáli er gjørdur, sum hevur gildi fram til 1. oktober 2003, t. e. tvey ár og sjey mánaðir.

Grundlønin hjá limunum í Psykiatrifelagnum hækkar við trimum prosentum 1. mars í ár, fýra prosentum 1. mars næsta ár og aftur við trimum prosentum 1. mars 2003.

1. mars 2001 verða sáttmálaviðbøturnar lagdar aftur at grundlønini. Ein útbúgvin pleygari fær eitt lønarstig aftur at endalønini, og harumframt eru gjørdar smærri broytingar í sjálvum sáttmálatekstinum.

Fíggjarmálastýrið og Psykiatrifelagið hava eisini gjørt avtalu um tiltøk at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu.

? Her er dentur lagdur á ein aktivan starfsfólkapolitikk, ið skapar grundarlag fyri góðum trivnaðar- og menningarmøguleikum hjá almennum starvsfólki og sum leggur dent á sambandið millum arbeiðslív og onnur lívsvirði, sigur Fíggjarmálastýrið.