Heilsurøkt
?At liggja á Suðuroyar Sjúkrahúsi er sum at vera nøkrum hotelli.
Tað er niðurstøðan hjá Jógvani Norðbúð, nú hann er útskrivaður aftur og er farin til arbeiðis eftir at hav ligið á Suðuroyar Sjúkrahúsi í nakrar dagar.
Hann er ein av teimum heilt fáu norðoyingunum, sum hava ligið á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men tað var ikki upprunaliga ætlanin, at Jógvan Norðbúð skuldi avgreiða sína sjúkralegu í Suðuroynni.
? Eg var hjá lækna, har tað varð staðfest, at eg hevði brokk, greiðir hann frá.
Av i sama skuldi hann leggjast undir skurð og læknin gjørdi sum vant - og skrivaði hann upp til Landssjúkrahúsið.
? Men tá ið eg so spurdi, hvussu long bíðitíðin var, svaraði hann, at tað fór at ganga eitt til hálvtannað ár til eg slapp framat.
? Tað helt eg ikki, at eg kundi liva við og spurdi um tað veruliga var so, at tað ikki kundi gerast skjótari.
Tá spurdi læknin um hann hevði tikið av, fekk eg í boðið at fara á Suðuroyar Sjúkrahús.
? Tað var eitt tilboð, sum eg hjartans fegin tók av, tí eg hevði als ongar trupulleikar av at fara til Suðuroyar at verða lagdur undir skurð. Tað einasta, sum ráddi um hjá mær, var at fáa tað frá hondini sum skjótast.
Jógvan Norðbúð sigur, at tað gingu ikki meiri enn 10 dagar, so fekk hann bræv frá Suðuroyar Sjúkrahúsi um at møta vikuna eftir.
Sostatt varð hann innlagdur týsdagin í vikuni eftir, varð lagdur undir skurð mikudagin, varð útskrivaður fríggjadagin og fór aftur til arbeiðis mánamorgunin.
Sum ein stór familja
Jógvan Norðbúð er ógvuliga fegin um at hann tók av tilboðnum at fara á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí nú fekk hann sjúkraleguna avgfreidda upp á 14 dagar, heldur enn at hann skuldi ganga í Havn og bíða í upp til hálvtannað ár fyri at sleppa á Landssjúkrahúsið.
?Og eg má siga, at eg hevði ikki fingið betri móttøku á nøkrum hotelli, sum eg fekk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað var sum at koma í eina stóra familju og eg varð pleygaður og passaður so væl sum tað yvirhøvur kann lata seg gera.
Hann heldur ikki, at tað finnast betri umstøður nakrastaðni enn tær, sum eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
? Alt er nýtt og snotiligt og vakurt og vælhildið, so umstøðurnar eru fullkomnar.
Hann heldur eisini, at starvsfólkið var ómetaliga fryntligt og fitt og hartil dugnaligt.
?Hjá mær var hetta av sonnum ein sólskinssøga, sigur havnarmaðurin.
Hann sigur tí, at er talan um eina vanliga viðgerð av onkrum slagi vil hann upp á tað heitasta mæla fólki til at lata seg leggja inn á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
? Viðferðin sjúklingar fáa har er fyrsta floks, bæði so og so og er talan um eina vanliga skurðviðgerð, í er tað als ongin orsøk til at bíða eftir at sleppa framat í Havn, har tað er ovurfylt frammanundan .
? Men er talan um viðgerð, sum krevur stóra servitan, er sjálvandi neyðugt at fara á Landssjúkrahúsið, tí har hava tey bæði útgerð og serlæknar, sum ikki eru á teimum smáu sjúkrahúsunum.
Jógvan Norðbúð sigur, at hann skilir ikki, hvussu tað ber til at, at tey smáu sjúkrahúsini ikki verða brúkt til fulnar, tá ið bíðilistarnir eru so langir til fleiri sjúkraviðgerðir á Landssjúkrahúsinum.
Tað er ein sannroynd, at eitt sjúkrahús, sum Suðuroyar Sjúkrahús, kann viðgera nógv fleiri fólk, enn tey gera í løtuni, verður tað útnyttað til fulnar.
? Tað er heilt ótrúligt og líkist ongum at ganga eftir teirri snotiligu gongini á Suðuroyar sjúkrahúsi og kaga inn á stovur og síggja tómar sengur, samstundis sum fólk norðanfjørðs ganga og pínast og bíða í mánaðir og ár eftir at sleppa framat á Landssjúkrahúsinum, leggur hann afturat.
Kunnu viðgera einar 200 sjúklingar afturat um árið
At tað í nógvum førum ber til at sleppa nógv skjótari til viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi enn á Landssjúkrahúsinum er ikki nakað nýtt.
Soleiðis hevur tað verið leingi!
Kortini eru tað ógvuliga sjáldsamt, at sjúklingar norðanfjørðs verða lagdir inn á Suðuroyar Sjúkrahús til viðgerðar , heldur enn at bíða í mánaðir og ár eftir at sleppa framat á Landssjúkrahúsinum.
Og Jógvan Norðbúð í Havn, sum vit hava samrøðu við í greinini omanfyri, er ein av heilt fáum norðoyingum, sum hava tikið av tilboðnum um at verða innlagdur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Úrslitið av tí var, at sjúkralega hansara varð avgreidd upp á 14 dagar, ístaðin fyri at hann skuldi ganga sjúkur í upp til hálvtannað ár, tí so leingi hevði tað tikið hjá honum at sloppið framat á Landssjúkrahúsinum.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsið hava tey 1200-1300 sjúklingar um árið. Einar 400-500 skurðviðgerðir verða gjørdar á sjúkrahúsinum um árið.
Tá ið limir í fíggjarnevnd løgtingsins vitjaðu á Suðuroyar Sjúkrahúsi herfyri, fingu teir at vita, at tað ber væl til at skurðviðgera eina 200 sjúklingar afturat á Suðuroyar Sjúkrahúsi um árið.
Ongin veit, hvussu tað ber til, at sjúklingar norðanfjørð heldur bíða í mánaðir eftir at sleppa framat á Landssjúkrahúsinum, samstundis sum tað ikki meiri enn kemur fyri, at teir verða vístir til Suðuroyar Sjúkrahús.
Men onkusvegna vísir tað seg at vera trupult at fáa læknar norðanfjørðs at senda sjúklingar suður hendavegin, hóast har standa sengur tómar.
Tá fingu politikararnir eisini at vita, at Landssjúkrahúsið sendir ikki ein tann einasta sjúkling til Suðuroyar, hóast bíðilistarnir har eru langir og tað ber til at sleppa framat í Suðuroy upp á nakrar fáar dagar.
Tær stóru skurðviðgerðirnar , sum krevja nógva servitan, ber sjálvsagt ikki til at gera á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Men tá ið talan er um smærri skurðviðgerðirnar av ymsum slagi, er tað í nógvum førum at tað ber til at sleppa framat á Suðuroyar Sjúkrahúsi nógv skjótari enn á Landssjúkrahúsinum fyri sostatt at stytta sjúkraleguna niður í ein brotpart av tí, hon annars hevði verið.
Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsið heldur ikki, at tey trý sjúkrahúsini í heilsuverkinum eru samskipað nóg væl og verða tey samskipað, kunnu bílilistarnir til ávísar viðgerðir lættliga fáast munandi niður.
Tó leggja tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi dent á, at tey eru sera væl nøgd við tað dagliga samstarvið við Landssjúkrahúsið.










