Tiltakið er í sambandi við mentunarnáttina, sum verður fríggjakvøldið. Finalan verður leygardagin 2. juni kl. 14, har vinningarnir vera lætnir. 1. vinningur verður 1.500 krónur, 2. vinningur 1.000 krónur og 3. vinningur 500 krónur. Kappingin verður í Playstation 3 spælinum ”Motor Storm”.
Í høvuðsuppgávuni hevur Rói valt at leggja dent á tað nýggju Playstation 3 maskinuna.
Hann heldur at tað er spell, at fólk ikki hugsað um Playstation 3 sum annað enn eina maskinu til spøl, tí hon kann so mangt annað, hon kann eisini nýtast til at hyggja eftur DVD og teimum nýggu Blu-Ray filmunum. Og um tú vil lurta eftir tónleiki, ja so klárar hon eisini tað og til at hyggja eftir myndum. Sjálvt á alnótina klárar hon at fara. Tað er heldur eingin trupulleiki, sigur Rói Næs.
Rói, sum er 31 ára gamal og havnarmaður, hevur staðið í læru í Expert (fyrr 3-arin) síðan 1. juni 2005, og hann verður liðugur í oktober. Lærugreinin eitur ”krambarkallur við radio og sjónvarpi sum sergrein”.