Platini væl nøgdur við EM

Forsetin í UEFA, Michel Platini, er væl nøgdur við EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki, sum endaði í gjárkvøldið.

- Eg eri ein glaður forseti. Fyriskipanin av kappingini hevur verið framúr góð, og tær báðar vertstjóðirnar hava samstarva fyrimyndarliga. Spælarar og venjarar hava eisini givið europeiskum fótbólti eitt gott image við hesari kappingini, sigur Platini við heimasíðuna hjá UEFA.