Platini satsar upp á HB

Neyvan er tað UEFA forsetin, sum hevur valt sín favoritt, men heldur man tað vera eitt praktist val hjá føroysku vertunum. Hetta er fyrstu ferð, at ein UEFA forseti vitjar í Føroyum, og saman við Michel Platini er eisini kona hansara, Chistéle Platini, Theodore Thedoridis, sum er umsitingarleiðari í UEFA og Kevin Lamour, sum er tænastumaður hjá Platini. Eisini verður Allan Hansen, sum - umframt at vera forseti fyri danska fótbóltssambandið ? eisini er nevndarlimur í UEFA, við í ferðini.

 

Gestirnir koma leygarmogunin við flogfari úr Íslandi og skula fyrst vitja í FSF-húsinum, har gestirnir m. a. skula hitta nevndarlimir í FSF, og ætlanin er eisini at skipa fyri einum tíðindafundi í FSF-húsinum.

 

Eftir hetta bjóða FSF og Tórshavnar Kommuna gestunum til eina samkomu í móttøkuhúsunum hjá kommununi fyri innbodnum.

 

Eftir hesa samkomu verður farið til fótbóltsdystin í Gundadali millum HB og B36. Dysturin byrjar kl. 15.00.

 

- Nú er tað soleiðis, at einki er avgjørt, hvør verður vinnari av Vodafone-deildini. Tað er tveir møguligir vinnarar av Vodafone-deildini í ár, nevniliga HB ella EB/Streymur. Møguleiki er sostatt fyri, at umboðini fyri FSF og gestir mugu flyta seg til Streymnesar, skrivar Fótbóltssambandið.

 

- Undir øllum umstøðum verður talan um eitt sera spennandi tiltak, eins og spenningurin í kappingini er í hæddini. Gestirnir fara longu avstað aftur leygarkvøldið, tá vitjað verður í Skotlandi.