Talan verður um eina ógvuliga stutta vitjan, tí Platini kemur fyrrapart leygardagin 23. oktober og fer avstað aftur seinnapartin sama dag.
Fótbóltssambandið skrivar, at Platini fer at hitta umboð fyri FSF, umframt onnur almenn umboð. Við sær á ferðini hevur franski forsetin í UEFA eisini varðaforseta Şenes Erzik.
Platini kemur til Føroya, tí Fótbóltssambandið hevur boðið honum henda vegin.