Platini fer at heiðra David Healy

Í kvøld leika NorðurÍrland og Georgia landsdyst á Windsor Park í Belfast. Talan verður ikki um bara ein vanligan venjingardyst. Tí áðrenn dystarbyrjan fer UEFA-forsetin Michel Platini at heiðra David Healy, sum setti málmet í undanfarnu EM-undankappingini. ?The Healer?, sum NornIron viðhaldsfólkini nevna David Healy skeyt heili 13 mál í seinastu EM-undankappingini. Gamla metið átti kroatiski málrevurin Davor Suker, sum skeyt 12 mál í EM-undankappingini 1994-1995. ?Tey 13 málini eru eitt nýtt met, og tað hevur uppiborið eina viðurkenning. Tí fari eg at geva David Healy eina serstaka áminning fyri hansara framúrskarandi bragd.? segði Platini ígjár. ?Hetta er ein stórur heiður. Men fyrst av øllum síggji eg fram til at møta ein av teim størstu í Fótbóltsheiminum.? segði ein sera fegin David Healy, sum annars leikar við enska liðnum Fulham.