Plastblómur nýtast framvegis ikki vatn

   

Poul Michelsen
??????
Las eina valgrein, sum eitt av valevnunum hjá Tjóðveldislistanum í Havn hevði skrivað. Marianna Heinesen skrivar nakað soleiðis, at eg miðskeiðis í 80-unum hevði skírt ungdómin í Havn nyttuleysan, og at tað tí var »sum at geva plastblómun vatn« at stuðla og menna ungdómin í Havn.
At Marianna minnist hesi orð míni er bara gott - men at hon útleggur orð míni soleiðis, at eg við hesum skírdi ungdómin í Havn nyttuleysan og forkelaðan, er púra misskilt.
Orð míni vóru júst søgd í stórari virðing fyri teimum ungu og tí ungdómsarbeiði, sum var og er í Havn.
Havnin hevur altíð havt eitt fyrimyndarliga gott ungdómsarbeið. Eitt ungdómsarbeiði, sum verður fyriskipað av teimum ymisku frítíðarfelagsskapunum við kommunalan stuðli.
Ein lítil bólkur av ungum fólki, sum m. a. Marianna, eftir øllum at døma var ein partur av, hevði ongan hug at virka eftir hesum treytum. Vit krevja av býráðnum, at tað skal gera so og so fyri okkum. Okay, hetta var so teirra máti at síggja tingini uppá og kanska ikki ungdómi ólíkt, men eina ella aðrastaðni skuldi býráðið so seta eitt mark fyri, hvussu stóran part av ábyrgdini býráðið átti at taka fyri at nøkta frítíðartørvin hjá tí einstaka. Onkustaðni skal eginlutur einstaklinga (bólkum) koma til sjóndar.
Og hetta var júst tað, sum manglaði í hesum føri. Tí varð mett, at hetta ikki var mátin at loysa frítíðartørvin í Havn uppá, og eg vóni heldur ikki, at býráðið nakrantíð ferð at loysa ungdómsarbeiði upp á henda mátan. Tekur kravmentaliteturin yvirhond, er tað til óbótaligan skaða - ikki bert fyri tað ungdómsvirksemi, sum longu virkar í besta lagi, men eisini fyri tey, sum fáa síni krøv eftirlíkað.
Tí eri eg glaður fyri, at Marianna í grein síni nú slær fast, at tað er av stórsta týdningi, at Havnin hevur ein ábyrgdafullan ungdóm, sum sjálvur er við til at skapa tær rammur og fyritreytir, sum eru fyri tey. Kommunan eigur tá sjálv-sagt at hjálpa til, og tað veit Marianna at kommunan hevur gjørt í nógv ár.
Gott kommunuval!!