Føroyska landsliðið hevði seinnapartin í dag sína fyrstu venjing í Belfast, eftir at ferðalagið kom til Norðurírlands á midnátt. Landsliðið vandi á einum vølli stutt frá Stormont gistingarhúsinum, har okkara spælarar halda til.
Les eisini: Landsliðið komið til Belfast
Hóast tað var lítil altjóða dámur yvir umstøðunum, so tóktist vøllurin vera góður. Sum venjingin gekk, so byrjaði tað at regna illa og tað hevði sína ávirkan. Serliga málverjarnir vóru skitnir, tá teir høvdu tveitt seg runt á vøllinum.
Eitt skifti stillaði liðið upp. Tá kundi verið líkt til, at Atli Gregersen kemur inn í miðverjuna fyri skadda Odmar Færø. At Christian L. Holst verður fluttur frá vonginum og inn á miðvøllin, so hann telur Hall Hansson, Fróða Benjaminsen og Christian.
Á vengrunum var so pláss fyri Pól Jóhannus Justinussen í vinstru og Jóan Símun Edmundsson á høgra, meðan Páll Klettskarð var í álopinum. Tað merkir tríggir nýggir mans og onkrar broytingar frá landsdystinum móti Finnlandi, sum vit taptu 3-1.
Talan er tó bara um ein part av fyrstu venjingini, so alt skal takast við størsta fyrivarni. Hinvegin, so vísti venjingarnar undan dystinum móti Finnlandi tíðliga hvussu liðið fór at myndast.
Landsliðið venur aftur í morgin á sama vøllinum, men fríggjakvøldið venja teir á Windsor Park.