»Plantið eitt træ átak« á Vaglinum

Tiltakið “Plantið eitt træ” er á Vaglinum í dag millum klokkan 10 og 14, har fólk frá Tórshavnar kommunu fara at útluta ókeypis plantupakkar til húskini í kommununi.

Undirhald verður til børnini, og eisini fer HR-dansiband at spæla harmonikutónleik fyri øllum. Ítróttarfeløg fara at selja kaffi og okkurt gott afturvið, siga tey av býráðnum í Havn.

Sum nakað nýtt verður í ár skipað fyri einum plantumarknaði í gongugøtuni, har møguleiki verður hjá borgarum at keypa fleiri plantur og trø til urtagarðarnar.