Plantaðu 950 trø og runnar

Tretivu sjálvboðin tvørafólk hjálptu at gera klárt til nýggju viðarlundina við Stórá.

Tvøroyari kommunua setti mánadagin gongd á arbeiðið at gera eina nýggja viðarlund við Stórá í Trongisvági, har heimavøllurin hjá TB liggur.


Á teirra heimasíðu skrivar kommunan, at umleið 30 sjálvboðin fólk møttu upp, og plantaðu tey tilsamans 950 trø og runnar í tí, ið skal vera nýggja viðarlundin í Trongisvági. Skriva verður, at ung sum gomul, familjur og einstaklingar, møttu upp til arbeiðsdagin, ið kommunan skipaði fyri.


Tiltakið byrjaði kl. 9:30 við einum kaffimunni í Ítróttardeplinum. Kommunan bjóðaði eisini teimum sjálvbodnu súpan inni í Ítróttardeplinum, tá arbeitt hevði verið nakrar tímar.


Nýggja viðarlundin, ið ikki liggur langt burtur frá tí gomlu, er ein kommunal verkætlan, ið verður stuðlað av Fiskimálaráðnum.