Fríggjadagin verður vinnarin av stóru Planetkappingini almannakunngjørdur, og vinnarin fær sostatt tvey atgongumerki við tjalding til G!Festivalin og 1000 kr. frá SMS. Fleiri hundrað føroyingar hava sent sína pínligu søgu inn til Planetkappingina, og tað verður uttan iva trupult hjá dómarunum at velja bert eina burturúr rúgvuni.
Søgur kunnu sendast inn til barbara@sosialurin.fo inntil hóskvøldið á midnátt. Síðani verður vinnarin almannakunngjørdur beinleiðis á Rás2 í morgunsendingini fríggjamorgun.
So um tú vilt verða við í kappingini, so send tína pínligu ella stuttligu søgu til barbara@sosialurin.fo áðrenn fríggjadagin. Minst til, at skriva fulla navn, bústað og telefonnummar. Hesir upplýsingar verða ikki kunngjørdur á planetini.