Deep er í kvøld karmur um tiltakið, har føroyskur tónleikur verður heiðraður við Planet heiðurslønunum. Hetta er sætta árið, at Planet Awards verður hildið. Samanlangt 8 Planet heiðurslønir skulu latast í kvøld. 6 heiðurslønir eru til føroyskan tónleik. Ein Planet verður latin til ársins føroysku YouTube video, og so verður eitt serligt Planet herðaklapp eisini latið.
Harafturat verður vinnarin av myndakapping eisini kosin í kvøld. Hetta er ein kapping, har fólk hava sent myndir frá tónleikatiltøkum inn.
Planet Awards, sum Rás2 skipar fyri og sendir frá, byrjar í kvøld kl 21.00.