Planetblað er í Sosialinum í kvøld, har ber m.a. til at lesa ummæli av fløguni hjá Sic, um føroyskar songkvinnur, ið geva fløgu út í USA, um Teit, og mangt annað. Millum annað er grein um norska bólkin Serena Maneesh, ið spælir á G! í ár, umframt at vit hyggja at bólkinum, Maður:Glotti, sum í næstum verður fløguaktuellur. Eisini verður spennandi kapping hjá eg.fo umrødd. Umframt at vit hyggja at nýggjasta slatrinum um tey kendu.