Planet.fo á mótaferð

Komandi vikurnar fer Planet.fo at vitja ymiskar klædna- og skógvahandlar, og hesa vikuna vóru tað systkini Tóki og Døgg Hoydal, ið sluppu at royna klæðir frá handlunum, Gellan og Skálkur.

 

Hesa vikuna hevur Planet.fo vitjað handlarnar, Gellan og Skálkur, har vit fingu innlit í, hvat er >>in<< um várið og summarið 2010 hjá bæði konufólkum og mannfólkum.

 

Fylgið við í kvøld og í morgin, tá vit greiða frá móta, og hvussu hevur gingist hjá teimum báðum systkjunum, Døgg og Tóki Hoydal, at royna nýggjastu klæðini.

 

Eisini greiða handlarnar frá, hvat várið og summarið hevur at bjóða, hvørjar litir og snið ein eigur at brúka.