Føroyskur tónleikur hevur tikið stór stig framá seinnu árini, og í 2006 hava føroysk tónlistarfólk gjørt vart við seg bæði úti og heima. Alt fleiri ásannað týdningin, sum tónleikurin hevur í okkara samfelagi og Planet Awards er ein staðfesting av hesum.
Karmar og mannagongdir verða tær somu sum í ár. Hotel Føroyar leggur hølið til og talan verður um stórfingna Galla veitslu.
Virðislønir verða lætnar fyri bestu útgávu, besta bólk, besta sangara, bestu songkvinnu, besta útlendska bólk og besta nýggja bólk í 2006. Harafturat verður eisini ein serlig Planet-heiðursløn latin einum persóni, sum hevur avrikað nakað serligt í føroyskum tónleiki gjøgnum árini, í ár var tað Kristian Blak, ið fekk hetta serliga herðaklapp.
Dómsnevnd og almenningur gera av
Ein serlig dómsnevnd við fimm persónum fer at tilnevna bólkar og tónleikarar í teimum ymsu greinunum, og síðani verður atkvøtt um hesi uppskot.
Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum skal almenningurin gera av. Fólk fáa møguleikan at atkvøða umvegis sms, og síðani verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á Planet Awards á Hotel Føroyum.
Atkvøtt verður tó ikki um serliga Planet herðaklappið. Dómsnevndin tekur sjálv avgerð um hvør hevur uppiborið hendan heiður.
Planet Awards
Leygarkvøldið 27. januar verður Planet gallakvøld á Hotel Føroyum. Har verður góð buffet at fáa, og avdúkingarnar av, hvør hevur vunnið tær ymsu heiðurslønirnar. Eftir at heiðurslønirnar eru lætnar, verður afterparty við dansi.
Beint eftir nýggjár verða tey, sum eru tilnevnd í teimum ymsu greinunum, avdúkað, og tá fer eisini at bera til at atkvøða við sms.
Atkvøðugreiðslan endar hósdagin 25. januar 2006.
Planetir
Besta útgáva
Besti bólkur
Besti sangari
Besta songkvinna
Besti nýggi bólkur
Besti útlendski bólkur
Planet-heiðurslønin