Planet Awards verður aftur

Nú er greitt, at Planet Awards 2009 verður 27. Desember, og at tiltakið hesaferð verður í REX og Klubbanum í Havn. Undanfarnu ár hevur tiltakið Planet Awards verið hildið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Men í ár verður øðrvísi. Nú verður tiltakið, ið heiðrar føroyskar tónleikarar, hildið í REX og Klubbanum í Havn.

 

Skráin er ikki endalig enn, men millum annað verða tónleika framførslur frá Páll Finnur Páll, Marius, Jógvan Hansen og Brandi Enni.

 

Eisini verður ein framførsla frá Jákupi Veyhe, sum í ár hevur ferðast kring landið við stand-up shownum ?Meðan vit liggja við Kaj?.