28 desember verður stóra hátíðarhaldið av føroyskum tónleiki, Planet Awards hildið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Planet.fo, Sosialurin og Rás 2 heiðra hetta kvøldið føroyskum tónleiki. Á tiltakinum verða planetir latnar til besta bólk, bestu útgávu, bestu songkvinnu, besta sangara, besta nýggja bólk, umframt serliga Planetheiðurin, ið Kristian Blak fekk fyrsta árið og Karl Anton Klein, sáli fekk í fjør.
Tiltakið verður fyri innbodnum og verður sent beinleiðis á Rás 2. Her verður umframt Planethandanirnar, livandi tónleikur, hugni og prát.