Tað, sum hevur verið greitt í nógv ár, at Jens Marni Hansen eigur millum bestu og sterkastu rockrøddirnar í Føroyum, er júst endaliga staðfest. Kollfirðingurin er besti sangarin í Føroyum og hevur vunnið eina Planet Award sum Ársins sangari.
Jens Marni kann syngja rungandi rock, og hann kann eisini tulka balladur við síni hásu rødd. Jens Marni er virkin og framvegis millum bestu sangarar her á landi. Í ár gjørdi hann millum annað vart við seg í Danmark, har hann var við í Grand Prixnum.
Hinir tilnevndu í kappingini um at gerast ársins sangari vóru Hallur Joensen, Brandur Enni, Teitur og Jógvan Hansen.