Rás 2 fer í kvøld at senda beinleiðis frá stórsligna Planet Awards tiltakinum, har tey, sum hava skarað framúr í føroyskum tónleiki seinasta árið, verða heiðrað Sendingin á Rás 2 byrjar klokkan 20.00 og heldur fram til klokkan 23.00.
Hesar tríggjar tímarnar verður tað avdúkað, hvør hevur vunnið tær seks Planet virðislønirnar, og eisini verður eitt serligt Planet herðaklapp latið einum persóni, sum hevur staðið fyri onkrum serligum.
Rás 2 fylgir tiltakinum, prátað verður við vinnarar og onnur, og eisini verða live framførslur at hoyra. Millum annað ber til at hoyra Jógvan Hansen og Guðrið Hansdóttir framføra nakrar sangir.