Planbúskaparlig ostaklokka (?)

? Tá ið Múrurin fall, varð tað neyðugt hjá flestu flokkum, at taka sína vinnupolitisku støðu upp til viðgerðar av nýggjum, ikki minst hjá vinstraflokkunum í vestara parti av heiminum. Teir flestu ásanna ídag, at bara frælsu marknaðarkreftirnar kunna knógva undir eini nøktandi vælferð, fyri hvønn einstakan borgara, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins m. a. í viðmerking til kjakið um at savna oljuvinnuna í Suðuroy

Tað mundi fara kalt niður eftir rygginum á mongum, tá ið tað í vikuni frættist, at ein samdur Tjóðveldisflokkur, í svari til Suðuroyar Oljuvinnuráð, hevði boða frá, at hann mælti til, at ein komandi oljuvinna varð savnað í Suðuroynni. Niðurstøðan hjá teimum flestu hevur helst verið hon, at flokkurin í vinnumálum hevur saðlað um, er farin frá eini marknaðarstýrdari og til eina politiskt stýrda vinnu.

Royndirnar av politiskum planbúskapi hava verið minst líka ringar í Føroyum, sum aðrastaðni. Alivinnan, serliga sædd í ljósinum av tí skiftinum, ið har fór fram, er kanska hitt besta dømið um hetta. Marknaðarkreftirnar vinna í heimsrákinum, og fyri ein stóran part er hetta takka verið soltnu búskaparligu úrslitunum, í londunum eystanfyri jarntjaldið. Tá ið Múrurin fall, varð tað neyðugt hjá flestu flokkum, at taka sína vinnupolitisku støðu upp til viðgerðar av nýggjum, ikki minst hjá vinstraflokkunum í vestara parti av heiminum. Teir flestu ásanna ídag, at bara frælsu marknaðarkreftirnar kunna knógva undir eini nøktandi vælferð, fyri hvønn einstakan borgara.

Stevnuskráin er og verður óbroytt, men sum allir livandi og virkandi flokkar, tekur Tjóðveldisflokkurin síni mið upp til viðgerðar við jøvnum millumbilum. Nógv vinnupolitiskt orðaskifti hevur verið hesi seinastu árini og kanska serliga síðani seinasta løgtingsval, er broddur komin í, - yvir alt hitt politiska spektrið. Tey flestu mundu halda seg kenna Tjóðveldisfloksins støðu, haðartil málið um eina komandi oljuvinnu tók seg upp í Sosialinum, hósdagin í hesari vikuni.

Í vinnupolitiska orðaskiftinum á Løgtingi fyrr í vár gjørdi flokkurin greitt, at marknaðarkreftirnar ráddu í vinnumálum, tó stýrdar í tann mun, at tær ikki gjørdu seg inná umhvørvið, tilfeingið, mentanina, almannastøðið og onnur fundamental tjóðarvirðir. Einki dementi og eingin mótstøða hevur verið ímóti hesi stevnu, og tí kennist hetta mystiska svarið frá einum tingmanni floksins til suðuroyingarnar, sum vargur í fylgi. Parlamentariskt varðar maðurin ikki av vinnumálum og rættast hevði væl verið, at formaður floksins avgreiddi eina samfelda samtykt sum hesa, um hon fanst.

Men hon finst ikki. Tosað verður sjálvandi um øll mál í landsins stórsta flokki, eisini um oljumál. Men komandi oljumál í hesum høpinum eru ongantíð realitetsviðgjørd og ongar endaligar samtyktir er gjørdar um nakað sum helst á hesum øki. Tá ið eg havi møtt á øllum floksfundum síðani afturkomu av skipið fyri góðum tveimum mánaðum síðani, er tað illa hugsandi, at hendan fyri teimum flestu ókenda samtykt, skal vera farin aftur við borðinum.

Tað er óheppið, at oljumálini nú gerast ein flokspolitiskur kastibóltur. Signalvirðið um politiskan óstabilitet er longu farið av landinum, og hvørjar fylgjurnar verða, er ilt at vita. Teir ið siga seg vera landspolitikkarar í hesum høpi kunna líka so skjótt vísa seg at verða landsskaðiligir. Landsstýrismaðurin í oljumálum hevur greitt lagt út við, at marknaðurin skal ráða. Loyvi mær at staðfesta, at Landstýrið stendir aftanfyri Eyðun Eltør í hesum málið, annars hevði hann neyvan verið komin fram við hesum boðskapinum alment.


Ynskja menn, at Suðuroyggin, einsamøll, skal verða ein planbúskaparlig ostaklokka í heimsmeldrinum á vestaru hálvu, so hava teir fullan rætt til tað. Ongin kann forða teimum í hesum. Men haðani og at gíðslataka landsins stórsta flokk fyri egin seráhugamál, tað er líkasum ovmikið av tí góða. Væntaði man, at flokssolidariska tøgnin kundi føra hesa royndina ígjøgnum, so hevur man forroknað seg so tað stendir eftir.

Eingin skuldi verið glaðari enn undirritaði, um so varð, at oljufeløgini valdu Suðuroynna sum støð í Føroyum, og tað gera tey, um so er, at hon er hin best egnaða til endamálið. Valið má og skal verða teirra, annars verða vit ikki mettir sum nóg seriøsir samstarvspartnarar í heimshandlinum, og valið fellur á onkran annan.

Tað eru ikki lokalpoltisk áhugamál sum eru drívmegin í tí sum omanfyri er skrivað. Tað var helst sum eysturoyartingmaður, at Sosialurin spurdi meg um hesi viðurskifti, men svarið skal ikki skiljast sum ein roynd, politiskt, at draga oljuvinnuna inn í Eysturoynna, harið áhugamál eisini eru á hesum øki. Spurningurin er fyri mær bara ideologiskur og í allari vanligari vinnu er tað nú einaferð soleiðis, at teir dugnaligastu vinna ímeðan hinir ganga burtur. Planbúskapurin virkar yvir styttri tíðarhvarv á annan hátt, men tá ið kollapsið kemur, tá er tað ósvikaliga totalt.

Við hesum verður endað, og skal eg til seinast gera vart við, at greinin bara stendir fyri mína egnu rokning og at hugsaninar á ongan hátt binda Tjóðveldisflokkin í hansara framtíðar stevnu í oljumálum. Í orðaskiftinum, sum væntandi verður, á Løgtingi í næstum um hetta mál, verða flokspolitisku konturarnir sjónskari og myndin vónandi meiri avklárað.


Glyvrar, 27. november 1999

tórbjørn jacobsen, løgtingsmaður