Plakatkapping fyri tannáringar

Í hesum døgum skipar Dátueftirlitið fyri einari kapping ímillum tannáring, har ljós verður varpað á eygleiðing.

Endamálið við kappingini er at fáa føroyskir tannáringar at gera eina forvitnisliga plakat.

 

Luttakararnir fáa listarligt frælsi til at gera sum teimum lystir. Sostatt er gjørligt at lata inn plakat, ið er teknað við hond ella telduviðgjørd.

Eygleiðingin kann millum annað verða við vakmyndatóli, arbeiðsgevari ella lærari sneytar í tínar teldupostar, foreldur halda eyga við børnunum og so framvegis.

 

Tað snýr seg sostatt um at verða ein fluga vegginum, og vísa á persónligar ella aðrar upplivingar.

 

Plakatirnar skulu verða Dátureftirlitinum í hendi áðrenn í seinasta lagið 16. Oktober.

 

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá

Dátueftirlitinum www.datueftirlitid.fo

Har fæst millum annað upplýsingar um hvar plakatin skal sendast, og hvør vinningur verður latin vinnaranum.