1.november byrjar nýggj kapping á eg.fo. Talan er um eina plakatkapping, og vinnandi plakatin fær 5.000 kr. Avbjóðingin er at gera eina plakat heilt eftir egnum høvdi. Plakatin skal lýsa evnið tryggleiki, og tú kanst brúka myndir, tekst, grafikk o.s.fr. til at lýsa evnið. Tað er púra upp til tín, hvussu tú velur at gera plakatina.
Treytir:
- Evnið Tryggleiki skal vera sjónligt.
- Plakatin kann vera í øllum litum, tó ikki metall.
- Plakatin skal vera teldutøk og sendast til vit@eg.fo (viðm. navn, bústað og fart. nummar)
Trygd letur 5.000 kr. til vinnandi plakatina, sum verður vald av dómsnevnd við umboðum frá eg.fo og Trygd.
Seinasta freist at senda inn er 18. nov. 2008, og øll ung kunnu taka lut í kappingini.










