Listamaðurin hevur arbeitt eitt sindur við súluformatum, og hesaferð hevur hann umsett súlurnar til collagur við myndum av jazztónleikarum. Teir elstu eru settir ovast við teimum heitu litunum, meðan teir eldru - og harðaru sambært Kára - eru blandaðir saman við teimum køldu litunum í neðra. Kári sigur seg vera glaðan fyri, at litirnir á plakatini eru so væl varðveittir av upprunamálninginum, og at ætlanin er, at hon skal siga okkum eitt sindur um jazz. Men eg ætlaði ongantíð, at hon skuldi líkjast øðrum jazzplakatum, sigur Kári Svensson.
Bæði stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, og fyrireikarin av festivalinum, Brandur Øssursson, eru væl nøgdir við avrikið hjá tí føroyska listamanninum, ið samstundis er tann fimtanda plakatin í røðini.
Hesar plakatirnar eru við til at gera Húsið og festivalin kend, sigur Brandur. Vanliga verða minst hálvttriðhundrað plakatir sendar í »umfar« til konservatorium, norðurlendskar skrivstovur, musikkhús og aðrar stovnar í hinum norðurlondunum. Brandur, ið júst hevur verið í Svøríki, segði seg vita, at har hevði ein skrivstova tikið plakatirnar við sær, tá hon flutti í nýggj høli, og at ein annars ofta sær plakatirnar aftur, tá ein ferðast í norðurlondum. Sostatt man góðskan vera nøkurlunda í lagi, halda teir.










