Plakat og faldari til tey Vitanarfróðu

Maskotturin hjá Granskingarráðnum eitur Vitanarfróði. Granskingarráðið hevur saman við Námi tillagað tilfarið eitt sindur, soleiðis at tey Vitanarfróðu nú hjálpa at lýsa læruleiðina. Í sama viðfangi hevur Granskingarráðið prentað faldarar og plakatir, sum verða send øllum skúlum í næstum.

 

Her eru leinki til nýggja faldaran og plakatina, ið lýsa kanningarháttin og læruleiðina, sum tey Vitanarfróðu brúka á kanningarferðum sínum.

 

Tilfarið vendir sær serliga til tey í miðdeild, 4.fl. – 7. fl. og sum er hugsað til at brúka alt skúlaárið í vanliga arbeiðinum. Tey sum eru yngri og eldri kunnu eisini brúka tilfarið.

 

Eina ferð um árið ber til at luttaka í kappingini, Ársins Vitanarfróðu. Freistin komandi ár er 10. mai.

 

Lesið meira í faldaranum ella á heimasíðu okkara, har eisini annað tilfar um læruleiðina kann takast niður: gransking.fo/vitanarfrodu

 

Stutt um kanningarháttin

 

Kanningarhátturin hjá teimum Vitanarfróðu leggur upp til at undrast, kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt evni, sum tú/tit sjálvi velja. Øll kunnu brúka hendan kanningarhátt, bæði børn og vaksin. Hann riggar sera væl til bólkaarbeiði, til dømis í einum skúlaflokki.

 

Leisturin hevur 6 ymisk stig, fyrsta stig er at velja eitt gott og forvitnisligt evni, gjarna tvørfakliga, sum verður kannað nærri. Hetta kann gerast sum flokkur ella í smærri bólkum.